Fartelefon treytir (RED hald)

Fylg

Treytir fyri fartelefontænastur hjá Hey Gomlu RED haldini

Niðanfyri eru treytir fyri gomlu RED haldini. Hava tygum eitt av okkara gomlu haldum, sum ikki eru flutt í okkara Hey skipanin, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

 

1. Treytir fyri fartelefontænastur

Umframt almennu viðskiftatreytirnar hjá Hey, eru hesar sertreytir galdandi fyri fartelefontænastur, ið umfata RED haldini.

 

2. Samskifti

Øll kunning, ið viðvíkur tínum haldi og teimum tænastum, vit veita tær, kunnu vit senda á tín skrásetta teldupostbústað ella sum vanligt bræv. Hetta inniber m.a. kvittanir, kunning um hald og fráboðanir um broyting í prísum og treytum. Boð, sum tú fært umvegis teldupost til avtalaðu teldupostadressuna, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv. Tú hevur tí skyldu til at kanna, um boð eru móttikin á skrásetta teldupostbústaðinum. 

Um tú broytir adressu ella teldupostbústað hevur tú skyldu til at boða Hey frá á telefon 20 20 20 ella hey@hey.fo

 

3. Stovning

Fartelefonhald av gamla slagnum RED, verða ikki stovnað longur, uttan serlig orsøk og eftir avtalu við Hey.

Treytir fyri stovning er annars fylgjandi, við tilmeldingarskjali, ið fæst á heimasíðuni hjá Hey, hjá søluumboðum kring landið, ella á annan hátt, ið Hey ger av.

Á tilmeldingarskjalinum verður skilað til, hvørja fjarskiftistænastu tygum ynskja, harundir hald av eykatænastum v.m. Neyvar upplýsingar skulu gevast, so sum navn, bústaður, teldupostbústaður, føðingardagur og v-tal, umframt at váttað verður, at tygum ikki eru í eftirstøðu við gjaldi til Hey. Um tygum hava eftirstøðu, verður hald ikki stovnað.

Verður hald stovnað, tá ið mánaðurin er byrjaður, verður mánaðargjald tillagað dagarnar, ið eru eftir av mánaðinum.

Harumframt verða minuttir, SMS og MB somuleiðis tillagað mánaðargjaldinum. Vanliga ganga 1-2 yrkadagar at stovnað fartelefon hald. Í mesta lagi ganga 10 yrkadagar frá tí, at Hey hevur fingið tilmeldingarskjalið til tænasta er klár.

 

3.1 Familjuhald

Við at knýta fleiri brúkarar at einum haldi, fæst ein serligur avsláttur. Ein persónur má standa fyri haldinum, meðan upp til íalt 6 brúkarar kunnu vera partur av haldinum. Við einum brúkara meinast við eitt serstakt telefonnummar. 

Avroknað verður samlað fyri allar brúkararnar við tann, sum stendur fyri haldinum. Treytin er, at allir brúkarar búgva á sama bústaði.

Nummur skulu skrásetast við navn og føðidato hjá hvørjum brúkara.

Vinnuhald kunnu ikki verða ein partur av familjuhaldinum.

 

4. Uppsøgn og broytingar

Kundin kann siga avtalur upp við 10 dagar freist til mánaðarskiftið, um ikki onnur freist er avtalað. Avtalan skal uppsigast skrivtliga.

Uppsøgn kann gerast við at útfylla uppsagnarskjal í einum av sølustøðunum hjá Hey, umvegis bræv ella teldupost. Minnist til at skriva navn, bústað, telefonnummar og kundanummar.

Hey kann uppsiga hald við 7 dagar ávaring, um viðskiftatreytir ikki verða hildnar og um ikki annað er avtala við sáttmála ella í avtalu partanna millum.

 

5. Gjaldstreytir

Vanliga gjaldstreytin er tann fyrsti dagurin í mánaðinum eftir, at rokningin er dagfest, um ikki annað er avtalað. Er samlaða upphæddin á rokningini minni enn kr. 300,-v/MVG., kann Hey velja at føra upphæddina til næsta mánaðarrokning.

Haldaragjald og nýtslugjald og onnur gjøld verða goldin mánaðarliga afturút. Stovningargjald verður goldið saman við fyrsta haldaragjaldinum ella sambært serskildari rokning við gjaldkomudegi 30 dagar eftir stovningardagin.

Sambært rentulógini kann renta leggja omaná, um rokning verður goldin ov seint. Hey kann krevja kr. 100,- í avgreiðslugjaldi fyri rykkjarar. Um ikki verður goldið rættstundis, kann Hey steingja tænasturnar uttan ávaring.

Rindar kundin bert ein part av skuldini, uttan at viðmerkja hvat goldið verður fyri, skilar Hey sær rætt, at nýta gjaldingina, so langt hon røkkur, í hesu raðfylgju: Rentur, ámmingargjøld, stovningargjøld, nýtslugjøld og onnur gjøld.

Er gjaldkomudagur halgidagur, leygardagur, sunnudagur ella ein almennur frídagur, verður freistin sett til gerandisdagin eftir.

Hey heitir á tygum um at tilmelda eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu við Hey á Gjaldsskipanini. Uttan hesa avtalu verður eitt gjald á kr. 49,- kravt inn.

 

6. Nýtsla

Íroknað í fasta mánaðargjaldinum er frí tala, frí SMS og ásetta nøgdin av data at brúka í Føroyum.  Um ásetta nøgdin av data verður brúkt upp, verður send fráboðan um prís av nýggja ásetta 1GB pakkanum, ið kostar kr. 69,-/GB

Velur tú at tekna Evropa pakkan til títt hald, kanst tú tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 5GB av tínum datapakka í íroknaðu londunum um mánaðin.

Er tú í einum landi, har Evropa pakkin ikki dekkar, og brúkar telefonina, verður nýtslan avroknað saman við mánaðarligagjaldinum. Sí prísir og lond, har Evropa pakkin ikki er galdandi her

Meirnýtsla av data innlendis í Føroyum, meirnýtsla til, í og úr útlandinum og ser- og yvirtakseraðar tænastur, ið innibera ein eykakostnað, verða avroknaðar við mánaðargjaldinum.

 

7. SMS fráboðan

Við gomlu Red haldinum, senda vit fráboðan um fylgjandi:

  • Vit senda tær fráboðan, tá tú hevur brúkt ávikavist 80% og 100% av tínum íroknaða datapakka. 1 GB data kosta kr. 69,- eftir 100% fráboðanina í Føroyum.
  • Um tú hevur Evropa pakkan, senda vit fráboðan, tá tú hevur brúkt ávikavist 80% og 100% av íroknaða data. Eftir hetta er prísurin 0,80/MB, tað verður sent sms fyri hvørjar kr. 300,- ið verða brúktar útyvir.
  • Reikast telefonin í útlandinum, verður ein fráboðan, um kostnað, send um mánaðin fyri hvørt land tú vitjar. dømi: kemur tú til sama land 2 ferðir í sama mánaða, verður ikki fráboðan um kostnað send aðru ferð.

 

8. Gildiskoma

Hesar treytir eru galdandi frá týsdegnum 17. apríl 2018.

 

Vinarliga

Hey
Bókbindaragøta 8
100 Tórshavn
hey@hey.fo
tlf. 20 20 20

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar