Hvat er munurin á IMAP og POP?

Fylg

Hvat er munurin á IMAP og POP?

IMAP er í stuttum ein skipan, sum goymir teldupostarnar á servaranum. IMAP skipanin synkroniserar alt til servaran, so teldupostarnir og mappurnar altíð eru tøkar hjá øðrum eindum at taka niður. Hetta er hent, um tú ætlar tær at lesa post á fleiri eindum, so sum telefonini og telduni. Trupulleikin við IMAP er, at um man ikki regluliga strikar teldupostar, verður goymsluplássið skjótt uppi.

POP skipanin tekur teldupostarnar niður á telduna, og tú hevur møguleika at goyma eitt avrit av teldupostinum á servaranum. POP skipanin er baserað á at brúka so lítið av plássinum á servaranum sum gjørligt. Hendan skipanin er sera góð, um tú bert skalt lesa teldupost á einari eind – tú kanst tó seta POP skipanina upp til at rigga saman við fleiri eindum. Hetta gert tú við at goyma eitt avrit av hvørjum telduposti á servaranum í longri ella styttri tíð, so aðrar eindir kunnu taka hesar teldupostar niður. POP dugir ikki at synkronisera mappur o.a.

 

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar