Heimatelefon virkar ikki, hvat geri eg?
Er ólag á telesamskiftinum, kann tú ringja 202020 og boða frá feilinum, men tað er umráðandi, at tú hevur gjørt fylgjandi kanningar, áðrenn tú ringir:
- Riggar breiðbandið?
- Kanna um trupulleikin er í øllum tólum í húsinum.
- Tak øll tól frá (analogar telefonir, nummarvísarar, tráðleysar telefonir, umframt basina til tað tráðleysu v.m.) Royn síðan, við tí analogu (tað er telefon við kápli), eitt og eitt stikk í húsinum.
Viðmerkingar