Tú kanst niðurstíga ella siga avtaluna við Nema upp í seinasta lagi 10 dagar innan mánaðarskifti, soleiðis at haldið verður broytt ella strikað tann 1. í komandi mánaða.
Við at uppsiga ella niðurstiga hald, missir tú uppsamlað datarull.
Um tú uppstigar títt hald, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, tengt av at peningurin er tøkur á skrásetta gjaldskortinum, og tú rindar í minsta lagið fyri verandi mánaða umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur.
Tá tú uppstigar hald ella keypir ískoytistænastu, rindar tú munin upp til næsta haldið ella fult gjald fyri ískoytistænastuna, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina.
Tú kanst altíð broyta haldið í sjálvgreiðsluni. Í serligum førum kann kundatænastan hjá Nema gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivtliga, í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í einum mánaði, fyri at broytingin skal kunna taka við fyri mánaðin eftir.
Viðmerkingar