Technicolor vn3 og VAC vegleiðing

Fylg

Lat fyrst ein net kaga upp og skriva inn ip-adressuna sum víst á myndini.

mceclip0.png

Síðan kemur hendan myndin fram:

mceclip1.png

Í rútin Username skrivar tú: user
Í rútin Password skrivar tú: go45Fa90
Trýst á OK
Síðan kemur høvuðssíðan fram

mceclip2.png

Trýst í vinstru síðu á Technicolor Gateway

mceclip3.png

Undir Pick a task trýstir tú á tað ovasta: Set up my Technicolor Gateway

Hesin skíggin kemur nú fram. Minst til IKKI at hava pop-up blocker tendrað.

mceclip4.png

Trýst á Next

mceclip5.png

mceclip6.png

Brúkaranavnið er DSL nummarið, sum tú fekk frá okkum, tá tú stovnaði internethaldið.
Loyniorðið stendur á sama pappíri. Fyll út teigarnar og trýst á Next

mceclip7.png

Um tú hevur eina IP/SIP telefon, skulu hesir teigarnir fyllast út. Hetta fært tú alt frá tínum
internet veitara. Trýst á Next

mceclip8.png

Vel antin at brúka tað tráleysa navnið og loyniorðið, ið er sett eru sum standard. Ella set tíni
egnu inn, sum tú ynskir at brúka. Um tú velur at brúka annað brúkanavn og loyniorð enn
standard, skal knappurin ovast í myndini setast til: Brúkari velur traðleyst...
Trýst á Next

mceclip9.png

Hetta er ein samlað frágreiðing um hvat tú hevur valt og fylt út. Kanna eftir um alt er í lagi og
trýst so á Next. Um alt ikki er, sum eigur, vel so Back og broyt tað sum skal broytast.

Beinarin kannar allar uppsetingar – hetta kann taka eina løtu. Síðani kemur hendan myndin fram:

mceclip10.png

mceclip11.png

Beinarin er nú klárur og tú ert online. Trýst á Finish og vindeygað hvørvur.
Høvðussíðuna aftanfyri, kanst tú eisini lata aftur.

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar