Vegleiðing til uppsetan av Fritzbox

Fylg

 

 1. Set streym, LAN (Eitt av teimum 4 gulu) og DSL (Sum oftaast eitt grátt) stikkini í.


 2. Bíða í 30-60 sek og opna ein browsara (Google Chrome, Firefox, Internet Explorer) og tøppa inn     “192.168.178.1”, har ið tú vanliga skrivar heimasíðuadressur.


 3. Nú far tú møguleikan at velja mál*. Vel tað ið tú ynskjur og trýst á “Next/Ok” og hetta vindeyga kemur fram á skíggjan:

mceclip0.png

Skriva loyniorði inn og trýst á “Log In”. Loyniorði finnur tú aftanfyri ella undir á              beinaranum/routaranum.

    *Um FritzBox vindeyga ikki kemur fram eftir nøkrum sekundum, bíða so eina lítla løtu og royn aftur.

    4. Trýst síðan á “Next” til tu kemur á hetta vindeyga og vel “Cancel” og síðani “Exit Wizard”:

mceclip1.png

Fyrst skulu vit fáa samband við netið. Hetta gera vit við at tappa inn DSL og loyniorð inn.
Trýst á “Internet” (1) à “Account Information” (2) à Trýst á prikkarnar ovast í høgra horninum og vel “Advanced View”.

mceclip2.png

mceclip3.png

6. Síðan “other internet service provider” og skriva Hey í “Name” teigin (3). Tryggja tær til síðst, at prikkurin er settur í “Connection to a DSL line” (4):

mceclip4.png

7. Rulla longur niður á somu síðu sum pkt. 5 og skriva DSL nummar og loyniorð inn undir “Account        Information” (1). Vel at seta DSL ATM manuelt (2) og tryggja at tað stendur 1 í “VPI” og skriva 50 í “VCI”:

mceclip5.png

Koyr síðani flugubeini vekk undir undir  “Internet Connection” à “Maintain permanently”.

mceclip6.png

8. Tá ið pkt. 5 og 6 eru tøppaði inn, trýst á “Apply” og síðani “Ok”. Nú gongur tað ein løta har ið              beinarin/routarin testar sambandi.
Tá ið hann hevur gjørt tað vísur hann um samband er á routaranum ella ikki. Um samband er trýst á “Ok” og um ikki; hygg um allir upplýsningar og loyniorð eru rætt tøppaði inn og royn aftur.

9. Fyri at broyta tráðleysa netið (Wifi) gera vit soleiðis:
Trýst á “Wireless” (1) à “Radio Network” (2) à Skriva hvussu tú ynskir at títt Wifi skal eita (3).
Til síðst trýsta vit á “Apply” fyri at fáa framt endaligu broytingina. Vindeyga í kemur fram kann lukkast      niður.
mceclip7.png

10. Fyri at broyta loyniorði á tráðleysa netinum fara vit inn á “Wireless” (1) à “Security” (2) og velja loyniorð (3). Til síðst trýsta vit á “Apply” fyri at fáa framt endaligu broytingina. Vindeyga í kemur fram kann lukkast niður.


mceclip8.png

Nú er liðugt og tú eigur at hava internet.

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar