Soleiðis setur tú boðkliva upp

Fylg

Soleiðis setur tú boðkliva upp, um tú hevur eitt av gomlu haldunum.

 

(I) Soleiðis ringir tú til boðklivan
frá Hey-fartelefon, tá ið tú ert í
Føroyum:
• Ring 1717
• Tú fært fráboðan um, hvussu nógv nýggj
boð tú hevur í klivanum


(II) Soleiðis ringir tú til boðklivan
við aðrari telefon enn Heyfartelefon
ella uttan úr heimi:
• Ring 20 17 17 (frá aðrari telefon)
• Ring +298 20 17 17 (uttan úr heimi)
• Trýst fartelefonnummar títt
• Trýst loynital títt
Sí punkt IV viðvíkjandi loynitali.


(III) Valmøguleikar í boðklivanum:
Tá ið tú ert komin inn í boðklivan, hevur tú
hesar valmøguleikar, sum boðklivarøddin
eisini sigur frá:
1. Hoyr undanfarnu boð, trýst 1
2. Hoyr virkna boð, trýst 2
3. Hoyr næstu boð, trýst 3
4. Hoyr øll boð út í eitt, trýst 4
5. Upplýsingar um seinastu boð, trýst 5
6. Strika seinastu boð, trýst 6
7. Skift til klivan við nýggjum boðum, trýst 7
8. Skift til klivan við goymdum boðum, trýst 8
9. Vegleiðing um stýriknøttar, trýst 9
0. Strika øll boð, trýst 0
#1 Broyt loynital, trýst #1
#2 Broyt boðklivaheilsan, trýst #2
* Broyt ljóðstyrki, trýst *


Tú kanst altíð trýsta á stýriknøttin fyri at velja
valmøguleikan, ið tú ynskir. Boðklivarøddin
verður tá brotin av, og valmøguleikin verður
virkin.


(IV) Soleiðis lurtar tú eftir boðum,
strikar boð og goymir boð:
Tú kanst lurta eftir boðunum (einum í senn)
blaða aftur og fram og hoyra boð umaftur:
• Trýst 2 (hoyr fyrstu boð í klivanum)
• Trýst 3 (blaða fram og hoyr næstu boð)
• Trýst 2 (hoyr virkna boð umaftur)
• Trýst 1 (blaða aftur og hoyr undanfarnu boð)


Upplýsingar um virknu boð: Strika virknu boð:
• Trýst 5 Trýst 6


Hoyr øll boð út í eitt: Strika øll boð í einum:
• Trýst 4 Trýst 0


Tín boðklivaskipan hevur tveir klivar; ein við
nýggjum og ein við goymdum boðum. Tú
skiftir til klivan við goymdum boðum við at
trýsta 8.


Fert tú út úr boðklivanum og ikki strikar boð, ið
tú hevur lurtað eftir, verða boðini av sær
sjálvum flutt til klivan og goymd saman við
øðrum goymdum boðum.


(V) Soleiðis broytir tú
loynitalið til boðklivan:
Loynitalið verður brúkt, tá ið tú ringir til
boðklivan frá aðrari telefon enn Heyfartelefon
ella uttan úr heimi, sí punkt II.


Tá ið tú ert komin inn í boðklivan í
valmøguleikunum:
• Trýst #1


Boðklivarøddin upplýsir:
“Stytsta møguliga loynital er einki tal. Tá hevur
tú einki loynital. Longsta møguliga loynital er
10 tøl. Hóast tú einki loynital vilt hava, skalt tú
enda við at trýsta #. Tú kanst fara út uttan at
broyta loynital við at trýsta á * (stjørnu)”.


• Trýst nýtt loynital og enda við #
• Vátta við at trýsta loynitalið umaftur,
• enda við #


GG! Fyrstu ferð kennir tú ikki títt loynital, sum
boðklivaskipanin hevur tillutað tær. Tí mást tú fyrstu
ferð broyta loynitalið við at ringja til boðklivan frá Hey
fartelefonini.


(VI) Soleiðis broytir tú
boðklivaheilsan:
Tá ið tú ert komin inn í boðklivan í
valmøguleikunum:
• Trýst #2


Stýriknøttarnir at broyta
boðklivaheilsan við eru:


9. Vegleiðing um stýriknøttar, trýst 9
1. Byrja at tosa inn boðklivaheilsan, trýst 1
2. Enda upptøku, trýst 2
3. Lurta eftir boðklivaheilsanini, trýst 3
#. Goym og broyt boðklivaheilsan til ta júst
upptiknu, trýst #
*. Far út uttan at goyma broytingar, trýst *
0. Nýt fasta boðklivaheilsan, trýst 0


Soleiðis gert tú eina persónliga heilsan,
sum tey, ið ringja til tín hoyra, tá ið tey
verða stillað um til boðklivan
(telefonsvararan):
• Trýst 1 (byrja upptøku)
• Tosa inn persónliga heilsan
• Trýst 2 (enda upptøku)
• Trýst 3 og lurta, um upptøka er í lagi
• Trýst # (ger heilsan virkna, annars umaftur)


(VII) Soleiðis stillar tú telefonina
víðari til boðklivan:
Fýra ymiskar umstillingar eru. Tær kunnu
setast til og strikast við valmøguleikum
(menu) á fartelefonini ella við at nýta
hesar kotur:
67 tá ið telefonin er bundin
62 tá ið einki samband er við fartelefonina
61 tá ið telefonin ikki svarar
21 tá ið allar uppringingar skulu stillast um


Ger umstilling virknað:
*(kota)*201717#(hornið av)


Ger umstilling óvirknað:
#(kota)#(hornið av)

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar