Datarull er ein funka, ið er tøk í nýggju Hey sjálvgreiðsluni hjá okkum.
Fyri at fáa datarull funkuna, er neyðugt at tú hevur eitt av okkara nýggju haldum.
Datarull virkar soleiðis, at tað data, ið tú ikki brúkar av tínum datapakka í inniverandi mánaði, verður flutt til næsta mánað.
Dømi:
Tú hevur eitt 30 GB hald, og hevur í hesum mánaðinum einans brúkt 18GB. - So vera tey óbrúktu 12GB flutt til næsta mánað. Sostatt hevur tú 30GB+12GB at brúka næsta mánað.
Tú kanst altíð síggja hvussu nógv data tú hevur spart upp í datarull, við at rita inná mitt.hey.fo
á kortinum "mín datanýtsla í Føroyum" kanst tú trýsta á vís yvirlit.
So sært tú hvar títt tøka data kemur frá:
Her sært tú at hesin kundin hevur 28.93GB uppspart í datarull.
Tá tú brúkar data, brúkar tú altíð fyrst av tínum vanliga datapakka, áðrenn tú brúkar av tínum datarull.
Gev gætur, at um tú strikar ella broytur haldið hjá tær til ein minni datapakka fellur alt uppspart data burtur, frá tí degi tú hevur umbiðið ella framt broytingina.
Datatull kann ikki nýtast í útlandinum.
Viðmerkingar