Gev data er ein funka sum riggar við øllum telefonum, ið eru á nýggju sjálvgreiðsluni hjá Hey.
Gev data virkar á tann hátt, at tú kanst geva burtur av tí data tú hevur í íroknaða datapakkanum.
Tú kanst geva data til allar telefonir, ið eru í nýggju sjálvgreiðsluni hjá Hey - ikki bert tey í familjuni.
Gev data dettur burtur 1. Í komandi mánaði.
Far inná mitt.hey.fo
Á kortinum "Mín datanýtsla í Føroyum" er ein knøttur ið eitur "Gev data" tá tú hevur trýst á knøttin kemur hendan myndin fram:
Vel mongd av data tú vilt geva:
Set inn telefonnummar hjá tí, ið tú vilt geva data til:
Trýst síðani á Gev data - restin hendir av sær sjálvum.
Tann, ið tú hevur givið data til, fær eitt sms sum boðar frá at viðkomandi hevur móttikið data frá tær.
G.G. Tú kanst geva í mesta lagið 4GB um mánaðin.
Og Gev data kann ikki nýtast í útlandinum.
Viðmerkingar