Familju data er ein "databanki" ið øll familjuhald í tínum haldi kunnu brúka av.
Fyri at síggja, hvussu nógv er eftir av familjudata, kanst tú rita inná mitt.hey.fo og trýsta á "vís yvirlit" á datakortinum.
Her sæst, at hesin brúkarin hevur 200 GB tøk í familju data.
Tað merkir at allar telefonirnar í haldinum deilast um tey 200 GB. og eingin avmarking er á, hvussu nógv hvør einstakur kann brúka av teimum 200GB.
Legg til merkis, at hetta samstundis merkir at ein brúkari væl kann brúka øll 200GB.
Tú byrjar at brúka av familjudata, tá tín íroknaði datapakki og datatrull er uppi.
GG. familjudata rullar ikki - t.v.s. at óbrúkt familjudata verður ikki flutt til næsta mánað.
Familjudata kann, eins og datarull, ikki brúkast í útlandinum.
Viðmerkingar