Tá ið tygum gerast Nema brúkari, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.
1. Treytir fyri farnet tænastur
Umframt almennu viðskiftatreytirnar hjá Nema eru hesar sertreytir galdandi fyri farnet tænastur, ið Nema bjóðar.
2. Samskifti
Øll kunning, ið viðvíkur tínum haldi og teimum tænastum, vit veita tær, verða sendar á tín skrásetta teldupostbústað. Hetta inniber m.a. kvittanir, kunning um hald og fráboðanir um broyting í prísum og treytum. Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv. Boð, sum tú fært umvegis teldupost til avtalaðu teldupostadressuna, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv. Tú hevur tí skyldu til at kanna, um tú boð eru móttikin á skrásetta teldupostbústaðinum.
Um tú broytir teldupostbústað hevur tú skyldu til at fáa broytt tín skrásetta teldupostbústað við at boða Nema frá á telefon 20 20 20 ella nema@nema.fo
3. Stovning
Farnethald kann stovnast umvegis teldupost til nema@nema.fo, telefon, ella í einum av handlum okkara. Hetta er galdandi bæði fyri stovning av nýggjum farneti, flyting av farnet frá øðrum veitara ella broyting av farnet haldi.
Fyri at stovna hald krevst, at tú hevur ein teldupostbústað. Harafturat er tað skyldan hjá stovnaranum at geva neyvar og rættar upplýsingar, so sum navn, bústað og føðingardag.
Verður hald stovnað, eftir at mánaðurin er byrjaður, verður fyrsta mánaðargjaldið tillagað dagarnar, ið eru eftir av mánaðinum.
Um talan er um stovning av farnet haldi við beinaraleigu, vinaliga goym erkju v/tilhoyr, soleiðis at vit fáa tað í sama standi inn aftur, sum tað fór út.
4. Uppsøgn og broytingar
Tú kanst siga avtaluna við Nema upp í seinasta lagi tann 23. í einum mánaði, soleiðis at haldið verður strika komandi mánaðarskifti.
Um tú uppstigar títt hald, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, og tú rindar í minsta lagið fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur. Tá tú uppstigar haldi, rindar tú munin upp til næsta haldið, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina. Verður hald niðurstigað, verður haldið broytt komandi mánaðarskifti.
Tú kanst altíð broyta haldið við at seta teg í samband við okkum. Í serligum førum kann kundatænastan hjá Nema gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í einum mánaði, fyri at broytingin skal kunna taka við fyri mánaðin eftir.
Er talan um hald við beinaraleigu kann haldið ikki sigast upp fyrr enn leigubeinarin er latin innaftur (v/erkju og streymkápli). Er leigubeinarin horvin ella defektur, verður rokning á kr. 895,- send kundanum fyri beinaran.
5. Gjaldstreytir
Príslækkingar kunnu fremjast, uttan at tær verður boðað frá. Um príshækkingar eru 10% ella meir yvir eitt 12 mánaðar tíðarskeið, fært tú skrivliga fráboðan. Fráboðan um príshækking verður gjørd umvegis teldupost. Er talan um minni broytingar, verður hetta kunngjørt umvegis fjølmiðlarnar ella á tínari mánaðarrokning. Vit boða frá størri príshækkingum í minsta lagi ein mánað frammanundan.
6. Nýtsla
Haldi er Flatrate. Um tú hevur tað minna haldi á 50GB og brúkar uppum mánað eftur mánað, kann tú blíva ringdur upp av einum av okkara starvsfólkum fyri at hækka pakkan upp til 300GB. Um tú hevur 300GB (sum er størsti núverandi pakkin) er hetta Flatrate. Haldi steðgar ikki upp og ferðin fer ei heldur niður tá nýtslan kemur uppá 300GB.
7. Treytir
Nema skilar sær rætt til at skerja linjukapasitet fyri einstakar ella fleiri kundar við hátyngd. Nema skilar sær rætt til at raðfesta og seta filtur á ferðsluinnihald, sum kann verða avmarkaðandi fyri tænastuna.
Nema kann ikki tryggja, at áljóðandi linjukapasitetur til tín kann nýtast til fulnar á internetinum. Nema kann heldur ikki tryggja, at tú altíð hevur samband við hægst møguligari ferð.
Víðarisøla av øllum ella pørtum av haldinum er ikki loyvd. Rættindini til haldið falla aftur til Nema , tá haldið verður uppsagt, herímillum møgulig IP-adressa.
Nema hevur rætt til at broyta IP-adressur. Nema hevur ikki ábyrgd av teimum upplýsingum, sum eru tøkar hjá tær í sambandi við atgongd til internetið, herímillum heimasíður, teldubrøv, tíðindabólkar og kjattbólkar.
Nema hevur ikki ábyrgd av tí dátamissi, sum internetið kann hava við sær, herímillum dátamissur í sambandi við virusfongdan tólbúnað og ritbúnað.
8. Gildiskoma
Hesar treytir eru galdandi frá mikudegnum 11. Juli 2018.
Vinarliga
Nema
Smyrilsvegur 5
100 Tórshavn
nema@nema.fo
tlf. 20 20 20
Viðmerkingar