Tað kann henda at tú móttekur SMS um at tú hevur brúkt 80% ella 100% av tínum data, sjálvt um tú enn hevur data eftir.
Hetta hendir, tí í einum vanligum haldi hjá Hey, eru fleiri "kontur" at brúka data av.
Eitt dømi er her:
Her sæst at brúkarin hevur 28GB tøkt at brúka av Datapakkanum, 45,05GB tøkt av Datarull og 195,62GB tøkt av Familju data.
Í hesum førinum, brúkar haldið hjá tær fyrst av "Datapakki" - tá tann kontan er tóm byrjar tú at brúka av "Datarull", og tá datarull er uppi, byrjar tú at brúka av Familju data.
Skipanin hjá okkum sendir ávaringar SMS út, tá tú hevur brúkt av tínum "Datapakka" - tí er møguligt at tú enn hevur tøkt data, sjávt um tú fær ávaringar sms.
Viðmerkingar