Hvussu nógv internet brúkar Netflix ?

Fylg

Hevur tú t.d. eitt 30/10 Mbit breiðband, merkir tað at tú hevur eina maks download ferð uppá 30Mbit, og eina maks upload ferð uppá 10Mbit.

 

Tá tú hyggur at Netflix, brúkar tað av tíni download ferð. - Hvør "sessión" av netflix brúkar millum 3,4 og 4,2Mbit download.

Tað merkir at um 3 fólk ið eru á tínum interneti hyggja at netflix á hvør sínum tóli, so brúkar hetta millum 10,2 og 12,6 Mbit download av tínum interneti.

 

Hyggur tú eftir Netflix umvegis 4G netið, brúkar tú umleið 1GB pr tíma tá tú hyggur eftir vanligari góðsku, og umleið 3GB pr tíma tá tú hyggur eftir HD góðsku. Í serligum førum kann góðskan vera so góð at tú brúkar umleið 8GB pr tíma.

 

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar