Fartelefon treytir (HEY hald)

Fylg
Treytir fyri fartelefontænastur hjá Hey.

Tá ið tygum gerast Hey brúkari, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

 

1. Treytir fyri fartelefontænastur

Umframt almennu viðskiftatreytirnar hjá Hey eru hesar sertreytir galdandi fyri fartelefontænastur, ið Hey bjóðar.

 

2. Samskifti

Øll kunning, ið viðvíkur tínum haldi og teimum tænastum, vit veita tær, verða sendar á tín skrásetta teldupostbústað. Hetta inniber m.a. kvittanir, kunning um hald og fráboðanir um broyting í prísum og treytum. Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv. Boð, sum tú fært umvegis teldupost til avtalaðu teldupostadressuna, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv. Tú hevur tí skyldu til at kanna, um tú boð eru móttikin á skrásetta teldupostbústaðinum. 

Um tú broytir teldupostbústað hevur tú skyldu til at broyta tín skrásetta teldupostbústað á Sjálvgreiðsluni ella við at boða Hey frá á telefon 20 20 20 ella hey@hey.fo

 

3. Stovning

Fartelefonhald verður stovnað inni á sjálvgreiðsluni hjá Hey á mitt.hey.fo. Hetta er galdandi bæði fyri stovning av nýggjum telefonnummarið, flyting av telefonnummarið frá øðrum veitara ella broyting av gomlum Hey haldi til nýtt Hey hald.

Fyri at stovna hald krevst, at tú hevur ein teldupostbústað. Harafturat er tað skyldan hjá stovnaranum at geva neyvar og rættar upplýsingar, so sum navn, bústað og føðingardag.

Verður hald stovnað, eftir at mánaðurin er byrjaður, verður fyrsta mánaðargjaldið tillagað dagarnar, ið eru eftir av mánaðinum.

3.1 Familjuhald

Við at knýta fleiri brúkarar at einum haldi, fæst ein serligur avsláttur. Ein persónur má standa fyri haldinum, meðan upp til 6 brúkarar kunnu vera partur av haldinum. Við einum brúkara meinast við eitt serstakt telefonnummar. 

Avroknað verður samlað fyri allar brúkararnar við tann, sum stendur fyri haldinum. Treytin er, at allir brúkarar búgva á sama bústaði.

Brúkarar kunnu til eina og hvørja tíð stovnast og strikast av haldinum inni á Hey sjálvgreiðsluni.

 

4. Uppsøgn og broytingar

Tú kanst niðurstíga ella siga avtaluna við Hey upp í seinasta lagi tann 23. í einum mánaði, soleiðis at haldið verður broytt ella strikað komandi mánaðarskifti. 

Við at uppsiga ella niðurstiga hald missir tú uppsamlað datarull.

Um tú uppstigar títt hald, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, og tú rindar í minsta lagið fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur. Tá tú uppstigar hald ella keypir ískoytistænastu, rindar tú munin upp til næsta haldið ella fult gjald fyri ískoytistænastuna, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina. Verður hald niðurstigað, verður haldið broytt komandi mánaðarskifti. 

Tú kanst altíð broyta haldið í sjálvgreiðsluni. Í serligum førum kann kundatænastan hjá Hey gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í einum mánaði, fyri at broytingin skal kunna taka við fyri mánaðin eftir.

 

5. Gjaldstreytir

Fyri at stovna eitt hald krevst, at eitt gjaldskort verður skrásett til haldið. Mánaðargjaldið verður rindað forút og sjálvvirkandi trekt av gjaldskortinum. Tað vil siga, at tú rindar títt mánaðargjald tann fyrsta í mánaðinum.

Fyri at brúka yvirtakseraðar tænastur mást tú fylla pengar á umvegis sjálvgreiðsluna. Hetta inniber eisini at ringja til útlandið, um tú ikki hevur Hey Útlond eykatænastuna.

Príslækkingar kunnu fremjast, uttan at tær verður boðað frá. Um príshækkingar eru 10% ella meir yvir eitt 12 mánaðar tíðarskeið, fært tú skrivliga fráboðan. Fráboðan um príshækking verður gjørd umvegis teldupost. Er talan um minni broytingar, verður hetta kunngjørt umvegis fjølmiðlarnar ella á tínari mánaðarrokning. Vit boða frá størri príshækkingum í minsta lagi ein mánað frammanundan.

 

6. Nýtsla

Íroknað í fasta mánaðargjaldinum er frí tala, frí SMS og ásetta nøgdin av data at brúka í Føroyum.  Haldið er sniðkað til soleiðis, at meirnýtsla ikki er gjørlig. Hetta merkir, at meirnýtsla av data, nýtsla til útlandið og í útlandinum, ella ser- ella yvirtakseraðar tænastur, ið innibera ein eykakostnað ikki eru møguligar, uttan so at peningur verður fyltir á av brúkaranum. 

Harumframt kunnu fría talan og fríu SMS’ini ikki brúkast til SMS-skipanir ella líknandi skipanir. 

Brúkarin kann á Sjálvgreiðsluni fylla pening á haldið, ið síðan kann nýtast til áður nevndu tænastur, ið ikki eru íroknaðar fasta mánaðargjaldið. Samrøður kunnu vara í upp til 60 minuttir í senn. Eftir hetta brýtur samrøðan av, og tú kanst ringja uppaftur av nýggjum og tosa víðari.

6.1 Hey Útlond

Velur tú Hey Útlond ískoyti til títt hald, kanst tú tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 50 GB av tínum datapakka í íroknaðu londunum um mánaðin. 

Ert tú í einum landi, har Hey Útlond ikki dekkar, mást tú fylla pengar á fyri at brúka telefonina. 

Trýst her fyri at vita hvørjum londum Hey Útlond er galdandi í.

6.2 Datarull

Datarull merkir, at data, sum tú ikki brúkti í einum mánað, verður flutt yvir til næsta mánað. Tað merkir, at um tú bert brúkti helvtina av tínum gigabeitum í einum mánað, so kanst tú brúka hina helvtina næsta mánað afturat teimum gigabeitum, tú fært fyri tann mánaðin.

Data kann goymast yvir fleiri mánaðir, men samlaða mongdin av goymdum datarull kann tó ikki vera hægri enn 50 GB. 

Um tú niðurstigar ella strikar títt hald, missir tú alt data, sum tú hevur goymt.

Datarull er ein datagoymsla fyri seg, sum ikki kann brúkast í útlandinum.

6.3 Fráboðan um nýtslu

Við Hey fartelefonhaldi nýtist tær ikki at stúra fyri óvæntaðum eykarokningum. Vit senda tær fráboðan, tá tú hevur brúkt ávikavist 80% og 100% av tínum íroknaða datapakka, og tá allur datapakkin er brúktur, mást tú fylla pening á inni á Sjálvgreiðsluni fyri at brúka meira data.

6.4 Bjóða við

Tú kanst lættliga samla tær meira data at brúka við at bjóða øðrum at skifta til Hey. Báðir partar fáa 4 GB, tá tann bjóðaði tekur av innbjóðingini og hevur stovnað sær hald. Hetta er galdandi bæði tá tann bjóðaði stovnar nýtt hald, flytir nummar frá øðrum veitara ella broytir gamalt RED hald til nýtt Hey hald.

Data, sum tú fært fyri at bjóða øðrum við, kunnu ikki nýtast í útlandinum. 

6.5 Gev data

Inni á mitt.hey.fo kanst tú geva burturav tínum data til aðrar brúkarar. Einasta treytin er, at bæði tann gevandi og móttakandi brúkarin hava eitt Hey hald, ið er stovnað umvegis mitt.hey.fo. 

Tú kanst geva upp til 4 GB um mánaðin. Givið verður í heilum gigabeitum. T.v.s. tú kanst geva øll 4 GB í einum ella geva til upp til 4 ymiskar brúkarar. 

Data verður givið av tínum mánaðarliga datapakka. Tað merkir, at tað ber ikki til at geva av tíni uppspardu datagoymslu. 

  • Dømi 1: Um tú hevur eitt 1 GB hald, kanst tú geva í mesta lagi 1 GB um mánaðin til ein annan brúkara, hóast tú hevur fleiri GB uppspart ella sum tú hevur móttikið frá øðrum brúkara.
  • Dømi 2: Um tú hevur eitt 5 GB hald, kanst tú geva upp til 4 GB av tínum data til aðrar brúkarar. Men hetta ávirkar, hvussu nógv data tú hevur at brúka í útlandinum, um tú hevur Hey Útlond til títt hald. Tá brúkar tú eisini av tínum føstu mánaðarligu gigabeitum. T.v.s. um tú gevur 2 GB av tínum føstu 5 GB, hevur tú bert 3 GB eftir at brúka í útlandinum tann mánaðin, hóast tú hevur nógv uppspart data. Uppspart og móttikið data er bert ætlað til nýtslu í Føroyum.
 

7. Gildiskoma

Hesar treytir eru galdandi frá týsdegnum 17. apríl 2018.

Vinarliga

Hey
Bókbindaragøta 8
100 Tórshavn
hey@hey.fo
tlf. 20 20 20

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar

  • Avatar
    Pouloluf Poulsen

    Vil slette Haldi 255768 pouloluf Poulsen sundsvegur 20 Hvannasund