Breiðband treytir

Fylg

Viðskiftatreytir fyri privat breiðbandshald.

Gildisøki 

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri Breiðband privat. Hesar viðskiftatreytir eru sertreytir í mun til almennu viðskiftatreytirnar hjá Hey. Er ósamsvar millum hesar viðskiftatreytir og almennu viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru almennu viðskiftatreytirnar galdandi.

 

Breiðband 

Við breiðbandi frá Hey fært tú eitt hald við fríari nýtslu upp til eitt ávíst loft.

 

Stovning

Við stovning av nýggjum breiðbandshaldið er ein bindingstíð á 6 mánaðir galdandi.

 

Treytir 

Hey skilar sær rætt til at skerja linjukapasitet fyri einstakar ella fleiri kundar við hátyngd. Hey skilar sær rætt til at raðfesta og seta filtur á ferðsluinnihald, sum kann verða avmarkaðandi fyri tænastuna.

Hey kann ikki tryggja, at áljóðandi linjukapasitetur til tín kann nýtast til fulnar á internetinum. Hey kann heldur ikki tryggja, at tú altíð hevur samband við hægst møguligari ferð.

Víðarisøla av øllum ella pørtum av haldinum er ikki loyvd. Rættindini til haldið falla aftur til Hey, tá haldið verður uppsagt, herímillum møgulig IP-adressa.

Hey hevur rætt til at broyta IP-adressur. Hey hevur ikki ábyrgd av teimum upplýsingum, sum eru tøkar hjá tær í sambandi við atgongd til internetið, herímillum heimasíður, teldubrøv, tíðindabólkar og kjattbólkar.

Hey hevur ikki ábyrgd av tí dátamissi, sum internetið kann hava við sær, herímillum dátamissur í sambandi við virusfongdan tólbúnað og ritbúnað. Um tú ikki hevur fastnet, skalt tú rinda fyri kopargjald av breiðbandslinjuni. Um brúkarin er annar enn tú, (sí teig 3 í oyðublaðnum), og brúkarin ikki hevur fastnet, verður brúkarin álagdur eitt kopargjald.

Tað áliggur brúkaranum at upplýsa Hey um broytingar á hesum øki. Bæði um tú/brúkarin fær fastnet, ella um fastnetið verður uppsagt ella niðurlagt á annan hátt.

 

Feilmelding 

Miðað verður ímóti, at feilrætting er byrjað innan 12 arbeiðstímar frá tí, at Hey hevur móttikið eina feilmelding frá kundanum. Arbeiðstíðin er frá 8.00 til 16.00 gerandisdagar.

 

Broytingar 

Broytingar, ið sum heild eru til fyrimuns fyri teg, kunnu setast í verk beinavegin og uttan aðra ávaring frammanundan. Aðrar broytingar kunnu setast í verk við minst 1 mánaðar ávaring til eitt mánaðarskifti.

 

Uppsøgn og mishald 

Tú kanst broyta ella uppsiga haldið við 10 arbeiðsdaga ávaring til eitt mánaðarskifti. Hey kann uppsiga haldið við 1 mánaða ávaring. Verður haldið mishildið, kann tað verða uppsagt sambært almennu viðskiftatreytunum.

 

Avmarkingar 

Breiðband kann bert veitast á støðum, har samskiftiskervið er útbygt við ADSL og VDSL, og har linjulongd og góðska annars eru nøktandi til tænastuna.

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar