Breiðband og Fipur treytir

Fylg

Viðskiftatreytir fyri privat breiðbands- og fipur hald.

Gildisøki 

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri Breiðband/Fipur privat. Hesar viðskiftatreytir eru sertreytir í mun til almennu viðskiftatreytirnar hjá Nema. Er ósamsvar millum hesar viðskiftatreytir og almennu viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru almennu viðskiftatreytirnar galdandi.

 

Breiðband/Fipur

Við breiðbandi/Fipur frá Nema fært tú eitt hald við fríari nýtslu upp til eitt ávíst loft.

 

Stovning

Við stovning av nýggjum breiðbandshaldið/Fipurhaldið er ein bindingstíð á 6 mánaðir galdandi.

 

Treytir 

Nema skilar sær rætt til at skerja linjukapasitet fyri einstakar ella fleiri kundar við hátyngd. Nema skilar sær rætt til at raðfesta og seta filtur á ferðsluinnihald, sum kann verða avmarkaðandi fyri tænastuna.

Nema kann ikki tryggja, at áljóðandi linjukapasitetur til tín kann nýtast til fulnar á internetinum. Nema kann heldur ikki tryggja, at tú altíð hevur samband við hægst møguligari ferð.

Víðarisøla av øllum ella pørtum av haldinum er ikki loyvd. Rættindini til haldið falla aftur til Nema , tá haldið verður uppsagt, herímillum møgulig IP-adressa.

Nema hevur rætt til at broyta IP-adressur. Nema hevur ikki ábyrgd av teimum upplýsingum, sum eru tøkar hjá tær í sambandi við atgongd til internetið, herímillum heimasíður, teldubrøv, tíðindabólkar og kjattbólkar.

Nema hevur ikki ábyrgd av tí dátamissi, sum internetið kann hava við sær, herímillum dátamissur í sambandi við virusfongdan tólbúnað og ritbúnað. Um tú ikki hevur fastnet, skalt tú rinda fyri kopargjald/Fipurgjald av breiðbandslinjuni/fipurlinjuni. Um brúkarin er annar enn tú, (sí teig 3 í oyðublaðnum), og brúkarin ikki hevur fastnet, verður brúkarin álagdur eitt kopargjald/fipurgjald.

Tað áliggur brúkaranum at upplýsa Nema um broytingar á hesum øki. Bæði um tú/brúkarin fær fastnet, ella um fastnetið verður uppsagt ella niðurlagt á annan hátt.

 

Feilmelding 

Miðað verður ímóti, at feilrætting er byrjað innan 12 arbeiðstímar frá tí, at Nema hevur móttikið eina feilmelding frá kundanum. Arbeiðstíðin er frá 8.00 til 16.00 gerandisdagar.

 

Broytingar 

Broytingar, ið sum heild eru til fyrimuns fyri teg, kunnu setast í verk beinavegin og uttan aðra ávaring frammanundan. Aðrar broytingar kunnu setast í verk við minst 1 mánaðar ávaring til eitt mánaðarskifti.

 

Uppsøgn og mishald 

Tú kanst broyta ella uppsiga haldið 10 dagar áðrenn eitt mánaðarskifti. Tó er hetta treytað av, at møgulig bindingstíð er av. Um bindingstíðin ikki er av, verður rokning send tær uppá restina av bindingstíðini, um onnur avtala ikki er gjørd. Nema kann uppsiga haldið við 1 mánaða ávaring. Verður haldið mishildið, kann tað verða uppsagt, sambært almennu viðskiftatreytunum.

 

Avmarkingar 

Breiðband kann bert veitast á støðum, har samskiftiskervið er útbygt við ADSL og VDSL, og har linjulongd og góðska annars eru nøktandi til tænastuna.

Fipur kann bert veitast á støðum, har samskiftiskervið er útbygt við fipur.

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 2 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar