Góð ráð til loyniorð

Fylg

Góð ráð til loyniorð

Loyniorð geva sum oftast atgongd til persónligar upplýsingar, og tí er neyðugt at tryggja sær at loyniorðið er sterkt, soleiðis tú best møguligt tryggjar teg móti at hakkarar og onnur fáa hendur á tínum loyniorðið

 

Hakkarir brúka ofta forrit ið leita eftir orðum og samansetingum av orðum ið kunnu vera títt loyniorð. Jú styttri og einfaldari títt loyniorð er, jú lættari er hjá hakkarum at finna fram til títt loyniorð.

 

Brúka ikki sama loyniorð til allar tænastur

Fyri at tryggja teg best møguligt, er neyðugt at tú brúkar ymisk loyniorð til tær ymsu tænasturnar. Ímynda tær um onkur stjelur tín fysiska lykil - Um hann virkar til títt hús, súkkluna, pengaskápið og arbeiðsplássið, hevur tann ið stjelur lykilin atgond til alt ið tú vanliga hevur atgongd til. Tað sama er galdandi tá umræður loyniorð. Um tað eydnast onkrum at hakka títt teldupost loyniorð, er sera óheppi um sama loyniorð eisini verður nýtt til t.d. tín netbanka.

Millum tænasturnar ið brúka loyniorð kunnu t.d. nevnast

  • Teldupostur
  • Netbanki
  • Facebook
  • Online handlar
  • Stroyming tænastur
  • Teldan
  • Dropbox
  • Aðrar

Seinastu árini hava fleiri hakkaraálop verði har hakkarar hava fingið hendur á loyniorðum. Um tú til dømis hevur stovna tær ein brúkara á einum nethandli, har títt brúkaranavn er tín teldupostbústaður, og loyniorðið tað sama sum tú brúkar til teldupostin, facebook, o.a. er einans neyðugt hjá einum hakkara at bróta gjøgnum trygdina á nethandlinum, so hevur hann eisini allar upplýsingar til at fáa atgond til tín teldupost, facebook o.a.

 

Brúka long loyniorð við nógvum serligum teknum

Sum ein meginregla er galdandi at eitt loyniorð skal vera minst 8 tekin langt, og jú longri loyniorðið er, jú longri tekur tað eini teldu at gita seg fram til tað. - Tað er eitt gott hugskot at brúka tekin í loyniorðinum og at blanda stórar og smáar stavir.

Samansett orð í tollutum setningum eru mett sum sterk loyniorð, tí tey eru trupul at gita. Tú kanst t.d. veilja eitt orð ið tú lætt minnist, og brúka bókstavirnir í tí orðinum at minnast loyniorðið. til dømis:

Per = PerlurEllaReyðkál

Hans = HevurAllanNakranSmag

Teitur = TummasErIkkiTummasUttanReyp

 

Royn fyri alt í verðini at lata vera við at brúka einføld orð. Hakkarir brúka ymsar háttir at finna fram til loyniorð, ein háttur er at gera forrit ið taka vanlig orð frá keldum sum wikipedia, bíbliuni, twitter o.ø. fyri at finna fram til nógv nýtt orð. Ti kann eisini verða eitt gott hugskot at brúka ein "loynisetning" ístaðin fyri eitt loyniorð. Brúka til dømis ein setning ið tú lætt minnist, og brúka fyrsta bókstav í hvørjum orðið til títt loyniorð. t.d:

  • "Ein undarligur maður býr yvirav hjá okkum" blívur til "Eumbyho"

 

Skift loyniorð javnan

Vanliga verður viðmælt at man broytir síni loyniorð 4 ferðir um árið.

 

 

 

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar