Vanligar viðskiftatreytir fyri Red Ung.
Tá ið tygum gerast Nema RED Ung brúkari, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.
1. Viðskiftistreytir
Umframt sertreytirnar fyri RED Ung, eru almennu viðskiftatreytirnar hjá Nema galdandi fyri allar fjarskiftistænastur, sum Nema veitir.
2. Samskifti
Boð, sum tú fært umvegis teldupost til avtalaðu teldupostadressuna, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv.
3. Nema RED Ung brúkari
Treytin fyri at gerast Nema RED Ung brúkari er, at tú ert 18 ár ella yngri. Harafturat skal onkur annar í húsarhaldinum hava eitt vanligt RED hald, sum RED Ung haldið verður knýtt at. Um brúkarin ikki er myndigur ella løgfrøðiligur persónur, skal foreldur ella avvarðandi standa fyri haldinum. Tá brúkarin fyllir 19 ár seta vit okkum í samband við viðkomandi.
4. Stovning
Tú kanst bíleggja RED Ung á tilmeldingarskjalinum, ið fæst á heimasíðuni hjá Nema , hjá søluumboðunum kring landið, ella á annan hátt, ið Nema ger av. Neyvir upplýsingar skulu gevast, so sum navn, bústaður, føðingardagur og teldupostbústaður, umframt at váttað verður, at tygum ikki eru í eftirstøðu við gjaldi til Nema . Um tú hevur eftirstøðu, verður hald ikki stovnað. Verður hald stovnað, eftir at mánaðurin er byrjaður, verður mánaðargjaldið tillagað dagarnar, ið eru eftir av mánaðinum.
Harumframt verða minuttir, SMS og MB somuleiðis tillagað mánaðargjaldinum. Vanliga ganga 1–2 yrkadagar at stovna fartelefon. Í mesta lagi ganga 10 yrkadagar frá tí, at Nema hevur fingið tilmeldingarskjalið til tænastan er klár.
5. Prísir
Listin yvir galdandi prísir á ymisku Nema tænastunum, ið ikki eru íroknaðar fasta mánaðargjaldið, er tøkur á heimasíðuni www.hey.fo, og fæst eisini við at venda sær til Nema á tel. 20 20 20. Prísirnir verða stundum broyttir.
Príslækkingar kunnu fremjast uttan at tær verður boðað frá. Um príshækkingar eru 10% ella meir yvir eitt 12 mánaðar tíðarskeið, fært tú skrivliga fráboðan. Fráboðan um príshækking verður gjørd umvegis bræv ella teldupost. Er talan um minni broytingar verður hetta kunngjørt umvegis fjølmiðlarnar ella á tínari mánaðarrokning. Vit boða frá størri príshækkingum í minsta lagi ein mánað frammanundan. Datanýtsla á fartelefonini verður avroknað fyri hvørji ásettu 40 KB.
6. Nýtsla
Við í fasta mánaðargjaldinum eru frí tala, frí SMS’ir og 100 MB at brúka í Føroyum. Haldið er sniðkað til soleiðis, at meirnýtsla ikki er gjørlig. Hetta merkir, at nýtsla omanfyri 100 MB, nýtsla til útlandið og í útlandinum, ella ser- ella yvirtakseraðar tænastur, ið innibera ein eykakostnað ikki eru møguligar, uttan so at peningur verður fyltir á av brúkaranum. Harumframt kunnu fría talan og fríu SMS’ini ikki brúkast til SMS-skipanir ella líknandi skipanir. Brúkarin kann á heimasíðuni www.hey.fo fylla pening á haldið, ið síðan kann nýtast til áður nevndu tænastur, ið ikki eru íroknaðar fasta mánaðargjaldið. Samrøður kunnu vara í upp til 60 minuttir í senn. Eftir hetta brýtur samrøðan av, og tú kanst ringja uppaftur av nýggjum og tosa víðari.
Vinarliga
Nema
Smyrilsvegur 5
100 Tórshavn
Viðmerkingar