Handilstreytir

Fylg
Vanligar viðskiftatreytir við keyp á netinum hjá Nema .

Tá ið tú keypir á netinum hjá Nema, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

 

1. Prísir og gjaldsháttur

Allir prísir eru við MVG. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og prísbroytingum. Gjaldast kann við FR-korti, VISA-korti, Mastercard, VISA Elektron (sí fulla listan).

2. Avgreiðsla

Bíleggingar verða avgreiddar 1-3 verkadagar eftir, at tær eru komnar okkum í hendi. Vit senda vørur okkara við Posta.

3. Postgjald

Postgjaldið fyri at senda vørurnar við Posta eru eftir dagførda prísyvirlitinum hjá Posta, sum keyparin rindar.

4. Iðranarrættur

Tú kanst taka keypið aftur sambært reglunum í brúkaravtalulógini. Iðranarrætturin fyri vanligar vørur eru 14 dagar. Freistin verður roknað frá tí degi, tú hevur móttikið vøruna. Gongur freistin ikki út ein gerandisdag, ber til at bíða til komandi gerandisdag. Ein meginregla í sambandi við iðranarrætt er, at Nema fær vøruna aftur í at kalla sama standi og somu nøgd, sum tá ið tú móttók hana. Eingin iðranarrættur er í sambandi við áfylling av talutíð.

5. Iðrar tú keypið

Tú kanst lata vøruna innaftur til Nema á Smyrilsvegi 5, 100 Tórshavn, ella í einum av Nema handlum okkara.

 

  • Tú kanst senda vøruna aftur. Nýtir tú henda møguleika, eigur tú at lata flutningsfelagnum vøruna áðrenn 14 daga freistin er farin. Vit mæla til, at biðja um kvittan, tá ið tú sendir vøruna. 
  • Tú kanst sýta fyri at taka ímóti vøru ella lata vera við at heinta hana

6. Vørubrek

 

Hevur tú fingið skeiva vøru, fingið meira ella minni av vøruni, ið tú keypti ella vøran ikki er, sum hon skal, hevur tú sambart keypilógini eitt árs attalurætt.

7. Skrásetingarpolitikkur

Nema verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnar, sum verða umbidnar í keypinum, verða bert nýttar til at avgreiða bíleggingina. Vit nýta ikki slíkar upplýsingar í marknaðarføring og selja tær ikki til triðjapart. Tó verða upplýsingar um keyp goymdar í 5 ár í sambandi við grannskoðan.

8. Trygd

Persónligar upplýsingar um navn, bústað, telefonnummar, teldupostadressu verða fluttar bronglaðar um netið.

Var hendan greinin hjálpsom?
0 av 0 metti hetta at vera hjálpsamt

Viðmerkingar