Hvat er eitt ICC nummar?
ICC nummarið – ella ICCID – er nummarið á SIM-kortinum í tínari fartelefon. Tá tú skiftir frá øðrum fartelefonveitara til Vodafone, mást tú upplýsa ICC nummarið á tínum SIM-korti. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu yvirtaka telefonnummarið frá hinum veitaranum.
Her sært tú hvussu tú finnur ICC nummari á ymsum telefonum.
iPhone:
- Far inn á Instillinger
- Vel Generelt
- Vel Om
- Skrolla niður til ICCID – har finnur tú nummarið
Android:
- Far inn á Play Store
- Leita eftir appini ICC ID
- Tak appina niður á telefonina
- Opna appina – har finnur tú títt ICC ID
Windows Phone:
- Far inn á Instillinger
- Vel Om
- Vel Flere oplysninger
- Undir SIM-id finnur tú títt ICCID
Blackberry:
- Far inn á Settings
- Vel Device
- Vel Advanced System Settings
- Vel SIM card
- Undir ICCID skuldi tú funnið títt ICCID nummar
Onnur telefon:
- Tak SIM-kortið úr telefonini
- Títt ICCID nummar er tað langa talið, sum stendur á SIM-kortinum
Android: Av tí at eg havi ikki datasamband, er ikki møguligt at taka ICC ID niður.
Hvussu fái eg ICC ID inn í telefónina, um eg lesi tað á SIMkortnum?