1. Hvat merkir at rinda í smáum?
At rinda í smáum merkir, at tú kanst gjalda eina vøru frá Nema yvir 12 mánaðir ístaðin fyri alt í einum. Tú rindar eitt útgjald við kassan og restina í mánaðarligum avdráttum eftir ásettum reglum.
2. Hvør kann rinda í smáum?
Tænastan er galdandi fyri kundar, sum hava:
Fjarskiftishald hjá Nema
Hava ikki eftirstøðu til Nema
fastan bústað í Føroyum
samlaikaprógv / pass útvegað í Føroyum
eru 18 ár ella eldri
3. Hví skal eg hava samleikaprógv við?
Samleikaprógv (pass) er kravt fyri at tryggja, at tú veruliga ert tann, tú sigur tú ert, áðrenn fígging verður góðkent.
4. Hvussu leingi rindi eg?
Rinda í smáum er 12 mánaðir í senn – tú rindar eitt útgjald fyrst og síðani avdráttir mánaðarliga.
5. Kann eg rinda í smáum, tá eg keypi í nethandlinum?
Nei – hendan tænastan er bert galdandi, tá tú keypir vøru í Nema handlinum, ikki í nethandlinum.
6. Hvat kostar tað at rinda í smáum?
Tú rindar eitt útgjald og restina mánaðarliga. Stovningargjaldið, sum tú rindar, er kostnaðurin fyri at stovna tænastuna, og tað verður býtt út á mánaðirnar.
7. Hvussu rokni eg, hvussu nógv eg rindar um mánaðin?
Ein einfald útrokning:
Kontantprísur – útgjald + stovningargjald = rest
Deil restina við 12
👉 Tað gevur tær mánaðargjaldina.
8. Hvussu nógv kann eg keypa fyri við rinda í smáum?
Tú kanst rinda fyri upp til 20.000 kr. á henda hátt.
9. Hvat hendir um eg skifti veitara, meðan eg rindi í smáum?
Um tú velur at skifta televeitara, meðan tú enn rindar regluliga, fellur restskuldin til gjaldingar, alt fyri eitt.
10. Hvar rindar eg mánaðargjaldið?
Mánaðargjaldið verður trekt av gjaldskontuni, ella gjaldskortinum, sum er skrásett hjá Nema, á tínum kundanr.
Viðmerkingar